Settings
Light Theme
Dark Theme
Podcast Cover

Gripagoymslan

  • Fyrsta føroyska popp plátan

    22 DEC 2021 · Luturin hesaferð er eitt eintak av fyrstu føroysku popp plátuni – nevniliga “Eitt sunnukvøld i plantasjuni”, sum kom út í 1957. Vit fara í hesum partinum at hyggja nærri eftir plátuni og ikki minst tíðini, tá í plátan kom út. Hvat rørdi seg millum ungfólk í Havn um tað mundi, og hvønn týdning hevði tað fyri tey ungu, at fáa føroyskan populer-tónleik? Vertur: Margretha Nónklett Heimildarfólk: Marius Rein Fyrsta útvarpssending hjá Útvarp Føroya (1957): KVF Tónleikur: Eitt sunnukvøld í plantasjuni & Hvønn ein mánadag: orð og lag Birni Dam (1957) Jailhouse Rock: Elvis Presley (1957)
    30m 59s
  • Krígsmóti - búni við jakka og skjúrti

    8 DEC 2021 · Luturin hesaferð er ein myrkagrøn drakt við jakka og skjúrti, sum ein kvinna í Havn hevur átt undir krígnum. Eitt tað eyðkendasta ’lookið’ undir krígnum var draktin við jakka og skjúrti. Vit fara í hesum partinum at hyggja nær at, hvussu bretska hersetingin ávirkaði lívið í Havn og eisini hvussu kríggið ávirkaði kvinnumótan. Vertur: Margretha Nónklett Heimildarfólk: Sigrid Dam Tónleikur: Well meet again: Vera Lynn (1939) White Cliffs of dover: Vera Lynn (1941)
    30m 1s
  • Apukatturin

    28 OCT 2021 · Poddvarp hjá Tórshavnar býarsavni. Vit fara í eini røð av sendingum at hyggja nærri at serstøkum lutum í samlingini hjá savninum. – Lutir við einari serligari søgu og lutir, sum hava verið forkunnugir í Havn í síni samtíð. Saman fara vit á eina kanningarferð aftur um lutin og aftur í tíð! Hvat er hetta fyri lutur? Hvat sigur hann um sína samtíð? Og um lívið í Havn, tá í tíðini?
    20m 28s

Luturin hesaferð er ein útstappað apa, sum stendur í húsunum hjá skaldinum Hans Andrias Djurhuus og konu hansara Petru. Seint á heysti í 1886 hendi nakað heilt serligt í Havn,...

show more
Luturin hesaferð er ein útstappað apa, sum stendur í húsunum hjá skaldinum Hans Andrias Djurhuus og konu hansara Petru. Seint á heysti í 1886 hendi nakað heilt serligt í Havn, tá bar nevniliga til at síggja eina veruliga apu í Klubbanum. Tað sigst, at hetta er apan, sum var sýnd fram. Vit fara í hesum partinum at royna at finna útav, um útstappaða apan er sama apa, sum varð víst fram í Klubbanum fyri 135 árum síðan. Samstundis fara vit á eina ferð aftur í tíðina til Havnina í 1880-árunum.
Vertur: Margretha Nónklett
Heimildarfólk: Bjørgfinnur Nielsen
Upplestur: Niels Juel Arge
show less
Contacts
Information
Author Poddland
Categories History
Website -
Email byarsavn@byarsavn.fo

Looks like you don't have any active episode

Browse Spreaker Catalogue to discover great new content

Current

Looks like you don't have any episodes in your queue

Browse Spreaker Catalogue to discover great new content

Next Up

Episode Cover Episode Cover

It's so quiet here...

Time to discover new episodes!

Discover
Your Library
Search